Mentan

Robbie Coltrane deyður

Skotski sjónleikarin, sum er mest kendur fyri leiklutin sum Hagrid í Harry Potter-filmsrøðini og sum Valentin Zukovsky í James Bond-filmsrøðini, andaðist fríggjadagin, 72 ára gamal

Robbie Coltrane gjørdist 72 ára gamal (Mynd: EPA)

Robbie Coltrane gjørdist 72 ára gamal (Mynd: EPA)

2022-10-15 10:17 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Skotski sjónleikarin og skemtarin, Robbie Coltrane, andaðist í gjár, 72 ára gamal. Tað skriva fleiri altjóða miðlar.

Sjónleikarin, sum hevði borgarliga navnið Anthony Robert McMillan var best kendur fyri at hava spælt leiklutin sum lyklavørðurin Rubeus Hagrid í øllum átta Harry Potter-filmunum, sum byggja á bókarøðina hjá J.K. Rowling.

Síðan 1978 hevur Robbie Coltrane spælt við í einum hópi av filmum, sjónvarpsrøðum og sjónleikum, men hann fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í 90unum, tá hann hevði leiklutin sum fyrrverandi KGB-agenturin Valentin Dmitrovich Zukovsky í teimum báðum James Bond-filmunum "GoldenEye" og "The World Is Not Enough".

Agenturin hjá Robbie Coltrane, Belinda Wright upplýsir ikki, hvør deyðsorsøkin er, men í fráboðan hennara takkar hon starvsfólkini á einum skotskum sjúkrahúsi.

Robbie Coltrane hevði tvey børn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder