Uttanlands

Ríkisrættarmálið móti Donald Trump útsett

Ákærurnar verða sendar til Senatið í komandi viku, og sjálvt málið byrjar í aðru viku av februar

Donald Trump fær umleið tvær vikur at fyrireika seg til málið (Mynd: EPA)

Donald Trump fær umleið tvær vikur at fyrireika seg til málið (Mynd: EPA)

2021-01-23 10:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Demokratar hava valt at ganga umbønina hjá republikanarunum á møti um at útseta ríkisrættarmálið móti fyrrverandi forsetanum, Donald Trump.

Chuck Schumer, leiðari fyri demokratiska meirilutan í Senatinum, sigur sambært Ritzau, at ákærurnar móti Trump verða sendar til Senatið fyrst í komandi viku, og at ríkisrættarmálið fer at byrja í aðru viku av februar.

Sostatt fær Trump umleið tvær vikur at fyrireika seg, áðrenn málið byrjar.

Trump er ákærdur fyri at eggja til ófrið í sambandi við álopið á Kongressina 6. januar, har viðhaldsfólk hansara trokaðu seg inn í Kongressbygningin. Fimm lótu lív.

Hetta er næsta ríkisrættarmálið, sum verður reist móti Donald Trump. Fyrstu ferð var síðsta vetur, tá Trump varð ákærdur fyri at hava roynt at leggja trýst á ukrainska forsetan fyri at fáa hann at geva sær upplýsingar um Biden. Hetta varð hann fríkendur fyri.

Undir fyrsta ríkisrættarmáli, høvdu republikanarar meirilutan í Senatinum, men í dag hevur hvør flokkur 50 umboð. Tað er tá upp til varaforsetan at koma við avgerandi atkvøðuni, og eftirsum varaforsetin í løtuni er demokraturin Kamala Harris, hava demokratar nú meirilutan í Senatinum.

Hetta er tó ikki nóg mikið at fáa Trump dømdan. Ein meiriluti á tveir triðingar krevst nevniliga í hesum málinum, og sostatt skulu demokratar hava stuðul frá í minsta lagi 17 republikanarum.

Donald Trump er fyrsti forsetin, sum verður koyrdur fyri ein ríkisrætt tvær ferðir.

Frammanundan hava tveir aðrir forsetar verið fyri einum ríkisrætti – Andrew Johnson í 1868 og Bill Clinton í 1998. Báðir vórðu fríkendir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder