Vivan E. D. Johansen er nývald forkvinna í starvsnevndini í Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Hetta er greitt, eftir ársfund felagsins, sum varð hildin á Hotel Hafnia hósdagin 16. apríl.
Viviann hevur verið varaforkvinna seinastu árini og tekur nú við ovasta sessinum. Hetta eftir Jónhild Rasmussen.
Heimasíðan rff.fo kunnar eisini um, Karl Leonsson og Turið Madsen vórðu vald í nevndina, meðan Marjun Jógvansdóttir og Dánjal Samuelsen eru varalimir.
- Umframt hesi er Dan Sofus Hofgaard eisini nevndarlimur. Hann stóð ikki fyri vali hesaferð. Nevndin skipar seg við næstforfólki á fyrstkomandi starvsnevndarfundi.
Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur rundan føðingardag í ár, tí 19. januar vóru júst 50 ár liðin síðani stovnandi fundin. Vegna serligar umstøður er ætlaða føðingardagshaldið útsett til seinni í ár.
Ársfrágreiðingin fyri 2025 varð løgd fram í síðstu viku. Har varð staðfest, at "vit mistu tvey fólk í ferðsluni í 2025 og tað eru tvey ov nógv". Tó hava Føroyar lægstu deyðstølini í ferðsluni, um man tekur øll Norðanlondini.
Okkara tøl eru smá og tí eru tey eisini sera viðbrekin og einhvør álvarslig vanlukka kann tí hava stóra ávirkan. Tí brúka vit altíð eitt 5-ára miðal, tá vit samanbera okkum við grannalondini. Gongdin seinnu árini hevur verið jalig – harav fleiri null-ár. Hóast árið í fjør ikki var gott, hava vit lægstu tølini í norðurlondum.
Sí ársfrásøgn og ársroknskap hjá RFF her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald