Hesa vikuna hevur Reyði Krossur Føroya verið vertur fyri árliga fundinum í Nordic Disaster Management Working Group (NDMWG), sum er eitt norðurlendskt Reyða Kross-netverk fyri starvsfólk, sum arbeiða við tilbúgving og kreppuhandfaring.
Á fundinum luttóku starvsfólk hjá Reyða Krossi úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark.
Endamálið við netverkinum er millum annað at deila royndir, vitan og tilfar, sparra um avbjóðingar og loysnir og menna samstarvið millum Reyða Kross-feløgini í Norðurlondum.
NDMWG hittist regluliga á netinum, og eina ferð um árið verður felags fundur hildin í einum av londunum.
Á fundinum í Føroyum varð millum annað tosað um eftirmetingar og royndir frá tilbúgvingarvenjingum, framtíðar samstarv og felags átøk, leiklutin hjá Reyða Krossi í tilbúgvingini og nýtsluna av talgildum amboðum í kreppuhandfaring.
– Fyri okkum í Føroyum hevur tað stórt virði at vera partur av einum slíkum samstarvi. Vit kunnu læra av royndunum hjá hinum londunum, deila okkara egnu royndir og hava eitt sterkt fakligt netverk av starvsfeløgum at venda okkum til, tá tørvur er á tí. Tað er ein av stóru styrkjunum við at vera partur av altjóða Reyða Kross-rørsluni, skrivar Reyði Krossur Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald