Uttanlands

Reyði Krossur Føroya letur 300.000 kr. til hjálpararbeiði í Bangladesh

Regntíðin er byrjað har, og hevur hon elvt til metstóra vatnflóð. Mett verður, at fleiri enn 7,2 mió. menniskju er ávirkað og hava átrokandi tørv á skjóli og neyðhjálp.

2022-07-01 19:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

- Regntíðin er byrjað í Bangladesh, og í ár hevur hon elvt til metstóra vatnflóð. Serliga landnyrðingsparturin av Bangladesh er hart raktur. Síðan fyrst í juni hevur áarføri lagt so gott sum heilar landspartar undir í vatni. Fleiri øki liggja púra avskorin, tí vegirnir eru undir í vatni, og eingin streymur er. Mett verður, at fleiri enn 7,2 mió. menniskju er ávirkað og hava átrokandi tørv á skjóli og neyðhjálp.

Soleiðis skrivar Reyði Krossur Føroya um støðuna í landinum í Suðurasia.

Felagskapurin letur nú 300.000 krónur til hjálpararbeiði í hesum sambandi, og í løtuni verður serliga arbeitt við at  veita bráðfeingis hjálp: at syrgja fyri skjóli, geva mat og reint drekkivatn, heilsutænastur og sálarligan stuðul í økinum.

- Í komandi tíðini fer arbeiðið eisini at snúgva seg um endurbyggjan, so sum hjálp til at umvæla hús og heim, hjálp at keypa neyðugt innbúgv og reinførisútgerð, hjálp at fáa gongd á at vinna sær til lívsgrundarlag aftur, eitt nú við at keypa fræ til bøndur, sum kunnu fáa gongd á landbúnaðan aftur, skrivar Reyði Krossur.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder