2025-04-20 09:31

Nakað av ungum fólki var í býnum í nátt, men sambært løgregluni var tað friðarligt í býnum.
Men klokkan fýra í nátt kom fráboðan um, at ein bilur varð árendur. Bilførarin, sum rendi á, rýmdi av staðnum.
Løgreglan fekk fatur á bilinum og bilføraranum, og tað vísti seg at vera ein orsøk til, at viðkomandi rýmdi. Hann hevði ikki koyrikort og var eisini mettur at vera ávirkaður av rúsdrekka. Blóðroynd varð tikin.
Bilførarin verður skuldsettur fyri at koyra uttan førararætt, rúsdrekkakoyring og fyri at rýma av staðnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald