Innanlands

Reisigildi úti í Nýggjheiðum

Nýggja rottanga- og tyrvingarplássið hjá IRF skal eftir ætlan standa liðugt út á heystið 2022

2021-07-21 20:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag var reisigildi á nýggja rottanga- og tyrvingarplássinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík. Tað var í desember 2019, at IRF og Tórshavnar kommuna skrivaðu undir at gera felags rottanga- og tyrvingarpláss, og higartil hevur arbeiðið gingið eftir ætlan.

J&K Petersen stendur fyri byggingini, sum væntandi verður liðug út á heystið í 2022.

Um verkætlanina
Staðsetingin av nýggja plássinum er vald út frá tí góða og slætta lendinum úti í Nýggjheiðum í Kvívík, og so verður plássið eisini í hóskandi frástøðu frá bygdum øki. Nógv orka er løgd í at laga verkætlanina so væl til lendið sum gjørligt.

Nýggja plássið verður mett at kunna nøkta tørvin komandi 30 árini. Hetta skal sjálvandi takast við ávísum fyrivarni sæð í mun til samfelagsgongdina og menningina á endurnýtsluøkinum sum heild.

Nýggja tyrvingar- og rottangaplássið er eitt samstarv millum IRF og Tórshavnar kommunu. Eins og á nógvum øðrum økjum innan burturkast- og endurnýtslu hevur tað víst seg, at samstarvið partanna millum hilnast væl og lønar báðum pørtum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder