Innanlands

Reisigildi fyri frítíðarskúlanum í Kollafirði í morgin

Bygningurin, sum eftir ætlan verður avhendaður í februar 2026, skal hýsa 60 børnum frá forskúla til 3. flokk

28. oktober 2024 varð sjøtul settur á arbeiðið (Mynd: Tórshavnar kommuna)

28. oktober 2024 varð sjøtul settur á arbeiðið (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-07-03 14:23 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, fríggjadagin 4. juli klokkan 14, verður reisigildi fyri nýggja frítíðarskúlanum í Kollafirði, skrivar Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.

Bygningurin, sum er 400 fermetrar til støddar, skal hýsa 60 børnum frá forskúla til 3. flokk. Bygningurin verður innrættaður til frítíðarskúla um dagin og við tilboðum til ung um kvøldið.

Tórshavnar býráð samtykti 24. oktober 2024 at játta samlaðu fíggingina til bygningin, og 28. oktober varð sjøtul settur á arbeiðið, tá gamla vatnverkið varð tikið niður. Arbeiðið gongur væl, og tíðarætlanin heldur. Eftir ætlan verður bygningurin avhendaður í februar 2026, skrivar kommunan.

Arbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøkukapping í juli 2024 millum tríggjar heildararbeiðstakarar: Búsetur, Articon og Húsavarðatænastuna.

Articon hevði saman við Fuglark besta heildaruppskot og vann kappingina.

Undirveitarar eru Sp/f Munin (landmátari), Plan v/ Jóannes Hellisdal (jørðarbeiði), Sp/f EL.fo (el-arbeiði), Sp/f Renovent (HVS-arbeiði), Sp/f VM Gólv (gólválegging). Málaraarbeiðið er enn ikki boðið út.

Samlaði byggikostnaðurin er umleið 23 milliónir krónur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder