Innanlands

Regatta við flottum sjónbandi

Sunda kommuna hevur latið gjørt flott sjónband

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-08-28 11:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógv fólk tóku lut í Regatta 2018, har siglt var av Eiði til Hósvíkar, og síðani víðari til Nólsoyar.

Nú hevur Sunda kommuna gjørt eitt flott sjónband av ferðini av Eiði til Hósvíkar, har vit síggja ung sum gomul hugna sær á ymsan hátt. Avbera vakri sangurin hjá Hanus G, Áh kundi á tíðarhavi, hóskar stak væl til sjónbandið.

Regatta er væl vitjað hvørt ár, og fleiri eru, sum longu nú gleða seg til Regatta 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder