
Fyri mong er regatta í Sundalagnum og Ovastevna í Nólsoy tekin um, at summarið er farið at halla og gerandisdagurin byrjar aftur.
Fríggjadagin verður árliga regattasiglingin og siglt verður av Eiði til Hósvíkar. Árabátar loysa kl. 15 og aðrir bátar kl. 15:30.
Væntandi verða bátarnir í Hósvík um 18 tíðina.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Vanliga er luttøkan góð og eisini nógvir árabátar plaga at vera við. Hetta er í fleiri førum kappróðrarmanningar, sum taka sær av løttum og rógva teinin. Hesi steðga eisini á Grønhólmi sunnanfyri brúnna um Streymin, har farið verður upp á gólv.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Í Hósvík verður livandi tónleikur, felagssangur og røða. Eftir hetta verður dansur í bygdarhúsinum.
Dagin eftir regatta í Hósvík, leygardagin, verður sum vant Ovastevna í Nólsoy.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald