Innanlands

Rættargangslógin má endurskoðast og dagførast

Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra í Danmark, vitjar í Føroyum í hesum døgum

Mynd: Løgmansskrivstovan

Mynd: Løgmansskrivstovan

2018-08-13 12:23 Author image
Ari av Rana
placeholder

Tað er stórur tørvur á at fáa eina nýggja rættargangslóg setta í verk fyri Føroyar. Tað var greiði boðskapurin hjá løgmanni, tá ið hann í morgun var á fundi í Tinganesi við Søren Pape Poulsen, løgmálaráðharra í Danmark. Rættargangslógin er rættiliga umfatandi, og inniheldur eitt nú reglur um dómstólarnar, skipanina hjá politinum og ákæruvaldinum, reglur fyri viðgerðir hjá dómsstólum av borgarligum rættarmálum og revsimálum os.fr, skrivar løgmansskrivstovan á heimasíðu síni.

"Rættargangslógin fyri Føroyar er rættiliga afturúrsigld. Talan er ikki einans um smávegis frábrigdi, men um sera umfatandi munir á lóggávunum. Fleiri enn 200 lógarbroytingar eru gjørdar í donsku rættargangslógini, sum ikki eru settar í gildi fyri Føroyar. Hetta er sera óheppið, tá Føroya rættur er ein samfeldur partur av tí donsku dómstólaskipanini, og fleiri dómar skulu roynast í landsrættinum og Hægstarætti,” heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður.

Umframt at vera løgmaður, varðar Aksel V. Johannesen eisini av lógarøkinum, herundir løgregluni. Løgmaður og danski løgmálaráðharrin skiftu eisini orð um ymisk viðurskifti hjá føroysku løgregluni.

Søren Pape er í Føroyum í hesum døgum og vitjar ríkismyndugleikarnar í Føroyum.

Danski løgmálaráðharran setti í 2017 ein arbeiðsbólk við umboðum frá Løgmansskrivstovuni, Føroya rætti, Fútanum, Føroya advokatfelagi, Fróðskaparsetrinum, ríkisumboðnum, Domstolsstyrelsen, Dommerforeningen og danska Løgmálaráðnum at gera uppskot til eina fullkomna dagføring av rættargangslógini fyri Føroyar. Arbeiðsbólkurin hevur gjøgnumgingið alla lógina, og arbeiðið er komið væl áleiðis. Væntandi verður tað liðugt fyrst í 2019, stendur at lesa á heimasíðuni hjá løgmansskrivstovuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder