Mentan

Rasmus Lyberth og Kári P í Dansifrøi

11. oktober fer Kári P at hava konsert saman við grønlendska Rasmus Lyberth

2025-06-25 12:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygarkvøldið 11 oktober verður Dansifrøi karmur um eina heilt serliga konsert.

Úr Grønlandi kemur Rasmus Lyberth, og ein konsert við honum er bæði fín, fólkalig, festlig og følsom.

Á konsertini fer Rasmus at framføra eina røð av sangum, frá sínu longu karieru sum artistur. Sjálvt um hann syngur á grønlendskum, kann fjøldin føla seg inn í hansara sangunivers.

Úr Føroyum kemur Kári P, og um hann er næstan ikki neyðugt at siga nakað, tí hvørt mannsbarn kennir hansara serliga vælskrivaðu og framførdu sangir, har pláturnar Vælferðarvísur og Hinumegin ringvegin eru vornar verulig fólkaogn. Við Kára á pallinum verða Edvard Nyholm Debess og Finnur Hansen.

Talan verður um eina sitikonsert, og tí er avmarkað nøgd av atgongumerkjum til sølu. Tey fáast á atgongumerki.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder