2025-06-23 07:00

Í dag letur ein nýggj framsýning við Rannvá Kunoy upp í Steinprenti í Havn.
Rannvá hevur sýnt fram í USA, Spania, Suðurkorea og í London seinastu árini, og í 2024 gav forlagið Phletora út eina heilt serliga listabók við verkum hennara.
Í sermerktu málningalistini broytast ljósið, litirnir og sjálvur málningurin, alt eftir vinklinum, tú hyggur frá.
Rannvá málar ikki ljós inn í myndirnar – málningarnir eru sjálvir ljósið. Ljósið er eitt kjarnuevni í hennara list, og ein dýpd ið má upplivast, heldur enn lýsast við orðum.
Fernisering verður frá klokkan 16 til 18, og framsýningin er opin í fýra vikur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald