Uttanlands

Rakett útskjótingin útsett í minst 48 tímar

Ætlaða útskjóting av heimsins størstu rakett kundi ikki gjøgnumførast í dag

2023-04-17 15:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ætlaða útskjótingin av heimsins størstu rakett varð í dag útsett. SpaceX, ið stendur fyri útskjótingini, hevur boðað frá, at ætlaða útskjótingin er útsett í minst 48 tímar, skrivar NRK.

Útskjótingin av “Super Heavy/Starship” skuldi annars farið fram klokkan 14.20 okkara tíð.

Tey vóru í gongd við at fylla brennievni á rakettina, tá SpaceX klokkan 14.05 boðaði frá, at trupulleikar vóru við einum ventili. Sjey minuttir seinni varð útskjótingin útsett.

Talan er um heimsins størstu rakett, sum skal sendast út í rúmdina. Hon er 120 metrar long við eini last á 4.600 tons av flótandi metan og súrevni, tá hon verður send avstað. Ein spreinging kann oyðileggja útskjótingartornið.

Motorarnir í fyrsta útskjótingarstiginum hava eina megi á 74 meganewton. Hetta er eins nógv og 300 vanlig ferðafólkaflogfør av salgnum Boeing 737 NG, skrivar NRK.

Bæði “Super Heavy” og “Starship” eru gjørdar fyri at kunna brúkast aftur, men til royndina hesaferð verða báðar rakettirnar oyðilagdar. Tær verða skotnar út sum ein eind. Eftir tveir minuttir verða “Starship” og “Super Heavy” so skildar frá hvørjum øðrum.

Endamálið við hesi fyrstu útskjótingini er at prógva, at berirakettin megnar at flyta farið út í rúmdina, at berirakettin er før fyri at lenda aftur á jørðini og at rúmdarfarið klárar venda aftur til jørðina í heilum líki.

“Super Heavy’” berirakettin skal simulera eina lending. Tað fer at henda úti á sjónum nakað eystan fyri útskjótingarstaðið. Rakettin skal bremsa niður á null í vertikalari ferð beint við vatnskorpuna fyri síðan at koppa og søkka.

“Starship” skal brúka egnar motorar fyri næstan at náa ferðina, ið krevst fyri at koma í ringrás um jørðina. Yvir Kyrrahavinum fer hon at raka atmosferuna. Klárar hon hetta, skal hon ætlandi dala aftur til jørðina yvir havinum.

Lendingin verður so hør, at “Starship” verður oyðilagt. SpaceX roknar við, at farið spreingist. Tey eru enn ikki klár til at royna at lenda “Starship”, skrivar NRK. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder