2025-06-23 12:08

Í dag fundast russiski forsetin, Vladimir Putin og iranski uttanríkismálaráðharrin, Abbas Araghchi í russiska høvuðsstaðnum Moskva.
Við á fundinum eru eisini fleiri umboð fyri bæði londini.
Russiski forsetin sigur, at Russland hevur eitt gott og varandi samband við Iran, og fer Russland at gera sítt fyri at hjálpa iranska fólkinum.
Hvussu Russland ætlar sær at hjálpa er ógreitt, skrivar Ritzau.
Russland hevur m.a. bjóðað seg til at virka sum meklari í stríðnum millum Ísrael og Iran, sigur talsfólk hjá russisku stjórnini, Dmitrij Peskov.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald