Uttanlands

Putin: Vesturheimurin skal strika síni revsitiltøk

– Vit vilja tryggja útflutningin av ukrainskum korni, men vit vænta, at øll revsitiltøk, sum snúgva seg um loftvegis útflutning av russiskum korni eisini verða strikað, sigur russiski forsetin

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

Russiski forsetin, Vladimir Putin (Mynd: EPA)

2022-07-20 13:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski forsetin, Vladimir Putin krevur, at vesturheimurin strikar revsitiltøkini móti Russlandi, sum sambært honum forða landinum í at útflyta korn.

– Vit vilja tryggja útflutningin av ukrainskum korni, men vit vænta, at øll revsitiltøk, sum snúgva seg um loftvegis útflutning av russiskum korni eisini verða strikað, sigur hann sambært Ritzau.

Keldur upplýsa í dag, sambært blaðnum Financial Times, at Ukraina og Russland eru komin nærri einari avtalu, sum ger tað møguligt at útflyta milliónir tons av ukrainskum korni, sum russarar annars hava blokerað fyri undir krígnum.

Ukraina er ein av heimsins størstu kornútflytarum, men russiska innrásin hevur forðað Ukraina í at útflyta korn gjøgnum svartahavið, tí Russland í løtuni hevur ræðið á meginparturin av ukrainsku strondini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder