
Russiski forsetin, Vladimir Putin er enn ikki til reiðar at hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj sigur hann.
Í dag varð váttað, at amerikanski forsetin, Donald Trump og Putin skulu fundast í næstum at umrøða kríggið millum Russland og Ukraina. Hetta verður fyrstu ferð, at Trump og Putin hittast andlits til andlits í fleiri ár, og sum skilst ætlar Trump eisini, at teir skulu hitta Zelenskyj stutt eftir fund teirra.
Men umstøðurnar eru ikki til staðar til ein fund millum Putin og Zelenskyj, sigur russiski forsetin sambært russisku tíðindastovuni Tass.
– Eg havi endurtikið, at eg sum so ikki havi nakað ímóti tí. Tað er møguligt. Men ávísar umstøður mugu vera, fyri at tað kann gerast veruleiki. Tíverri er framvegis langt eftir á mál, áðrenn slíkar umstøður kunnu skapast, sigur hann.
Enn er ikki greitt, júst hvar og nær Trump og Putin skulu hittast, men Putin sigur, at Sameindu Arabisku Emiratini kunnu verða vertir fyri fundinum.
Ætlanin er, at fundurin verður í næstu viku, men enn verður arbeitt við at fáa alt uppá pláss, sigur ráðgevi hjá Putin sambært Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald