Innanlands

Punktum sett í samgonguskjalinum

Býráðið fyri borgaran er heitið á samstarvinum í nýggju samgonguni í Tórshavnar kommunu

2020-12-31 20:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag klokkan 16 varð endaligt punktum sett í samgonguskjalið hjá meirilutanum í Tórshavnar kommunu, sum er millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Heitið á hesum samstarvi er “Býráðið fyri borgaran”. Í tí liggur vilji til samstarv, opinleika og álit.

- Tað er tí okkara vón og ætlan, at komandi valskeið verður merkt av góðum samstarvshuga og vilja til saman at røkka úrslitum, sum eru til gangs fyri borgarar í allari kommununi og fremjandi fyri liviumstøður og møguleikar hjá verandi og komandi ættarliðum av borgarum, sigur nýggja samgongan.

- Fyrst í komandi ári koma vit at greiða nærri frá innihaldinum í samgonguskjalinum millum Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder