Uttanlands

Prísurin tann lægsti í eitt áratíggju

Prísurin á íbúðum í Trump International Hotel and Tower í Chicago minkaði við 34 prosentum, meðan Donald Trump var forseti – Prísurin í øðrum bygningum minkaði bert seks prosent

Bygningur hjá Trump í Chicago (Mynd: EPA)

Bygningur hjá Trump í Chicago (Mynd: EPA)

2021-06-05 16:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Prísstøðið á íbúðum í fleiri av bygninginum hjá fyrrverandi amerikanska forsetanum og vinnulívsmanninum, Donald Trump, er tað lægsta í eitt áratíggju. Tað vísir til ein gjøgnumgongd av 4.000 ognarhandlum yvir 15 ár, sum tíðindastovan AP hevur gjørt.

Dentur verður lagdur á 11 bygningar, sum hava tilknýti til Trump í Chicago, Honolulu, Las Vegas, og New York.

Sambært AP er prísurin á fleiri íbúðum og hotelkømrum minkaður við einum triðingi ella meira.

Í nógvum býum hevur koronafarsóttin ávirkað bústaðarmarknaðin, men tá hugt verður at prísunum á øðrum bústøðum er talan ikki um eins stóra minking, skrivar Ritzau.

Í Trump International Hotel and Tower í Chicago minkaði prísurin við 34 prosent meðan Trump sat í forsetasessinum. Í 18 bygningum nærindis bygningin hjá Trump, var minkingin á íbúðaprísunum bert seks prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder