Umleið klokkan 18 lokala tíð varð maðurin sum er undir illgruna at standa aftanfyri álopið í Tiergarten í gjár funnin í einum kolonihava í Spandau vestan fyri Berlin.
Sambært løgregluni rann maðurin við stunguvápni móti løgreglufólki, sum síðani skutu eftir manninum. Hann fekk álvarsligan skaða og doyði á staðnum løtu seinni.
Tíðliga í morgun eftirlýsti týsku myndugleikarnir 21 ára gamla Abdul Ballout, sum var undir illgruna. Løgreglan kendi mannin sum hevði samband við islamistiska umhvørvið í Berlin.
29 fólk komu til skaða tá Abdul Ballout koyrdi í mannamúgvu og leyp síðan á við stunguvápni til eitt Pride-tiltak í Berlin. Eitt fólk doyði av løstinum.
(Mynd: John Macdougall/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald