Innanlands

Posthúsið í Klaksvík flytur

Posta letur Mentanarhúsinum í Klaksvík hølini, sum Posta hevur húsast í síðan sekstiárini – Posthúsið letur upp aftur í nýggjum hølum mánadagin

2021-02-05 09:43 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir at hava húsast í somu hølum í Klaksvík síðani miðskeiðis í sekstiárunum, letur Posta nú hølini til Mentanarhúsið í Klaksvík. Bygningurin varð í síni tíð bygdur til postvirksemi og verður nú karmur um mentanarlig tiltøk.

– Vit ynskja Mentanarhúsinum blíðan byrð, og vit fegnast um, at mentanarlívið í Klaksvík fær so góðar karmar. Nú eru vit í ferð við at leggja síðstu hond á nýggju hølini, soleiðis at vit verða klár til at bjóða viðskiftafólkum vælkomnum frá mánadegnum, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta.

Staðsetingin er enn mitt í býnum, tí mánadagin, 8. februar, letur posthúsið upp í Kirkjubrekku 1 - í hølunum, sum nógv kenna sum Innistovu. Í dag, 5. februar, er posthúsið stongt vegna flyting.

Upplatingartíðirnar eru tær somu sum áður: mánadag til fríggjadag frá kl. 10:00-15:00.

Posta ger vart við at postsmogurnar flyta við yvir í Kirkjubrekku 1.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder