Innanlands

Posta: Eingin postur fer til Kina í løtuni

Ólag er í flogferðsluni til Kina, men hóast Kina ongan post fær úr Føroyum, fáa føroyingar framvegis eins nógvan post úr Kina, og tey plaga

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-02-14 13:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ólag er í flogferðsluni til Kina, og í hesum sambandi fer heldur eingin postur úr Føroyum til Kina í løtuni.

Orsøkin til hetta er, at nógv flogfeløg eru givin at flúgva til Kina orsakað av coronavirusinum.

Talan er ikki um stórar nøgdir av posti, sum verður afturhildin í løtuni, tí føroyingar senda ikki nógv til Kina.

Vanliga kemur tó nógvur postur hinvegin – úr Kina til Føroya, og enn hevur Posta onga niðurgongd sæð hesum viðvíkjandi, og kunnu føroyingar sostatt halda fram at bíleggja vørur úr Kina, sigu Arina Bischoff, søluleiðari hjá Posta við Dag og viku.

Sí innslagið her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder