Uttanlands

Pólski heilsumálaráðharrin vil útseta forsetaval til 2022

Tað er tryggasti møguleikin, heldur hann – Hetta ynskir stjórnin tó ikki

Pólski heilsumálaráðharrin, Lukasz Szumowski (Mynd: EPA)

Pólski heilsumálaráðharrin, Lukasz Szumowski (Mynd: EPA)

2020-04-25 10:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Pólski heilsumálaráðharrin, Lukasz Szumowski, ynskir at forsetavalið, sum eftir ætlan skal vera í landinum næsta mánað verður útsett til 2022. Tað heldur hann vera einasti tryggi møguleikin.

– Ein møguleiki kundi verið at sett alt til viks í tvey ár og veruliga savna okkum um at handfara farsóttina. Tað haldi eg hevði verið besti møguleikin, og tað ætli eg mær at viðmæla, sigur hann.

Eftir ætlan skal val vera 10. mai. Andrzej Duda, forseti, og stjórnarflokkurin hava fleiri ferðir víst aftur at útseta valið, hóast trýstið frá andstøðuni, heilsufakligu myndugleikunum og fólkinum.

Fyrst í apríl samtykti pólska undirhúsið eina nýggja lóg, ið ger tað møguligt at taka valstøðin burtur. Í staðin kunnu atkvøðuseðlar verða sendir heim til borgarar, sum so kunnu lata teir inn aftur á serligum støðum. Hesa loysnina ynskir stjórnin at nýta.

Andstøðan og serfrøðingar hava tó víst á, at vallógin sambært stjórnarskipanini hjá landinum, skal broytast í minsta lagi hálvt ár áðrenn eitt val. Eisini hevur verið ávarað um møguleikan fyri valsvik, verður hendan loysnin tikin í nýtslu, umframt at heilsan hjá borgarum verður sett í vanda.

Lukasz Szumowski sigur tó, sambært Ritzau, at ein brævatkvøða hevði verið nógv tryggari enn at skipa fyri valið á vanligan hátt.

– Einasti tryggi møguleikin er at útseta valið í tvey ár. Um hetta ikki ber til, noyðast vit at velja tryggasta alternativið, sigur hann.

Ein kanning, sum varð gjørd í mars vísti, at 72 prosent av fólkinum ynskti, at valið skuldi útsetast.

Stjórnin hevur noktað at lýst kreppustøðu ella neyðrættarstøðu í landinum orsakað av koronafarsóttini, sum annars hevði elvt til, at valið mátti útsetast.

Sambært uppgerð frá Johns Hopkins University, hava 11.067 fólk fingið staðfest koronasmittuna í Póllandi, og 499 eru deyð. 2.126 eru vorðin frísk aftur.

–––

Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.

Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.

Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder