øroyska UNESCO-nevndin hevur handað Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, tilráðing um etiskar leiðreglur fyri vitlíki, har heitt verður á politisku skipanina um gera lógir og regluverk, sum tryggja stýring og eftirlit við vitlíki.
Í tilráðingini frá UNESCO-nevndini verður víst á, at føroyska samfelagið, eins og øll onnur samfeløg í heiminum, stendur framman fyri stórum avbjóðingum og broytingum, og at politiska skipanin í Føroyum fer í komandi tíðum at taka støðu til spurningar, sum menningin av vitlíki hevur við sær.
Tá arbeitt verður við at menna vitlíki, er tað umráðandi, at einstaka menniskja verður sett í miðdepilin. Vitlíki hevur við sær stórar møguleikar fyri menning, men hevur eisini stórar avbjóðingar við sær. Tað hevur tí stóran týdning, at menniskjað er í miðdeplinum í arbeiðinum at menna vitlíki, og at tað er menniskjað, ið stýrir og hevur ábyrgd av, hvussu vitlíki verður brúkt.
Í tilráðingini verður víst á, at næmingar í bæði fólkaskúlum og miðnámsskúlum, lesandi á hægri lærustovnum og fólk á arbeiðsmarknaðinum eiga at fáa útbúgving ella tilboð um undirvísing, sum ger tey før fyri at brúka vitlíki sum amboð, og at almenna vitanin um vitlíki verður styrkt. Í arbeiðinum at menna vitlíki mugu rættindi hjá listafólkum til verk og avrik virðast.
Virkisøkið hjá UNESCO er millumtjóða samstarv innan útbúgving, vísindi, mentan og samskifti.

Føroyska UNESCO-nevndin, sum virkar sum bindiliður millum UNESCO og føroyskar myndugleikar, stovnar og feløg innan virkisøkini, hevur á fundi við landsstýrismannin í mentamálum kunnað um virksemið hjá nevndini.
Eisini um aðrar ætlanir, sum liggja fyri framman - eitt nú varðveiting av føroyskum bátasmíði, møguliga UNESCO-tilnevning av eini geopark og tilráðing um etikk í vitlíki. Harafturat varð kunnað um samstarvið við aðrar UNESCO-tjóðarnevndir, serliga tær norðurlendsku
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald