Innanlands

Pláss eftir á flestu útbúgvingunum

Nú er talan um først til mølle

Mynd: setur.fo

Mynd: setur.fo

2018-08-06 15:27 Author image
Ari av Rana
placeholder

411 umsóknir komu inn til útbúgvingarnar á Setrinum, og av teimum fingu 298 umsøkjarar boð um at tey eru upptikin til víðari lestur.

Av teimum 411 umsóknunum søktu 332 um upptøku á bachelor-útbúgvingum, 73 um upptøku á master-útbúgvingum, og 6 søktu um at lesa hjánám. 227 umsøkjarar vórðu upptikin á bachelor-útbúgvingar, 65 á master-útbúgvingar, meðan øll 6 sum søktu hjánám vórðu upptikin.

Í dag komu so boð av Setrinum um at enn er møguleiki at søkja um upptøku. Talan er um pláss á teimum útbúgvingum, har færri umsøkjarar vóru, enn pláss er gjørt til. Hesi hava til 16. august at søkja um upptøku. Men pláss er ikki á øllum útbúgvinunum.

- Har eru nakrar útbúgvingar, har tað altíð eru fleiri umsøkjarar enn pláss er til. Hesar eru eitt nú fólkaskúlalæraraútbúgvingin, námsfrøðiútbúgvingin og sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingin, verður sagt av Setursskrivstovuni.

Í ár vóru 73 umsóknir til fólkaskúlalærara, meðan 35 lestrarpláss vórðu bjóðaði, 62 umsóknir til námsfrøði, har eisini 35 vórðu bjóðaði, og 66 umsóknir til sjúrkarøktarfrøði, har 30 vórðu bjóðaði.

Eisini verður sagt, at útbúgvingin KT-verkfrøði er blivin sera væl umtókt, og hóast 45 pláss vórðu bjóðaði, so var hetta ikki nokk til tær 51 umsøkjararnar.

Av Setursskrivstovuni verður sagt, at tey tøku plássini, sum verða bjóðaði nú, verða givin eftir først til mølle prinsippinum. Tí umræður hjá umsøkjarum at verða skjót at søkja. Tó verður kravt, at umsøkjararnir lúkar tær treytirnar, sum eru fyri at lesa á útbúgvingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder