2026-06-03 13:25
Wild Sichuan Pepper, sum er selt í specialhandli í Føroyum, verður afturkallað, tí tað inniheldur ov høgar nøgdir av týningarevnum, m.a. chlorpyrifos.
Heilsufrøðiliga starvsstovan skrivar, at heilsuvandi ikki kann útilokast.
– Týdningarmikið er, at brúkarin ikki fær ov mikið av pesticidum yvir longri tíð. Tað er nemliga ikki einkulta máltíðin, ið er avgerandi, men tað ein etur yvir longri tíð. Tískil fær brúkarin ikki akutt sjúkutekin.
Tey, sum hava keypt Wild Sichuan Pepper í pakkum við 57 gramm (vørunummar 5815), sum er best fyri 30. apríl 2027 og 30. juni 2027, eiga at lata tað innaftur, har tað var keypt, ella at beina tað burtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald