Hann hevur havt stórar leiklutir seinastu árini. Millum annað í stóru HBO-røðini "Game of Thrones" og DR-røðini "Borgen".
Pilou Asbæk verður ein av leikarunum í føroyska spælifilminum "No Rest for the Wicked".
Talan er um ein ræðufilm, sum gongur fyri seg í einari lítlari føroyskari bygd í 1800-talinum, greiddi Jón Hammer, framleiðari, frá í Degi og viku í gjár.
Framleiðarin vildi í Degi og viku í gjár ikki siga, hvør danski leikarin var, men danski miðilin Soundvenue, skrivar í dag, at Pilou Askbæk hevur leiklutin sum danski hvalaveiðimaðurin, Helge, sum í 1872 bjargar einum føroyingi frá at drukna.
Umframt Pilou Askbæk eru føroysku leikararnir millum annað Jegor Venned, Sofía Nolsøe Mikkelsen, Kjartan Hansen og Búi Egason Dam.
Upptøkurnar byrjaðu í dag, og halda fram næstu seks vikurnar. Ætlanin er, at filmurin skal frumsýnast á sumri 2025.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald