Innanlands

Pf. Posta hevði 1,7 milliónir í halli í fjør

Hóast hall, so myndaðu góð framstig árið, og úrslitið var nakað betri enn undanfarin ár

2025-05-01 09:20 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pf. Posta hevur júst lagt fram ársroknskapin fyri 2024. Góð framstig myndaðu árið, og úrslitið var nakað betri enn undanfarna ár. Posta leggur seg eftir kjarnuvirkseminum og framhaldandi at gera tað lætt at vera kundi hjá felagnum.

Farna árið var hendingaríkt á kundasíðuni. Posta er væl á veg við mest fjølbroyttu og smidligu møguleikunum fyri at heinta og senda pakkar. Posta bjóðar nú mestsum allar tænastur í einari sjálvgreiðslu á app og heimasíðu. Eisini eru pakkaboksirnar øktar í tali og eru nú staðsettar um alt landið, har tað er lætt og atkomuligt hjá viðskiftafólkum at heinta og senda pakkar frá tíðliga á morgni til seint á kvøldi. Aðalmálið hjá Posta er, at tað skal vera lætt at vera viðskiftafólk hjá okkum.

Úrslitið

Í 2024 var samlaða sølan hjá Posta 108 milliónir krónur samanborið við 128 milliónir krónur undanfarna ár. Rakstraravlopið áðrenn avskrivingar er 8,1 milliónir krónur, sum svarar til 7,5 prosent av søluni. Úrslitið áðrenn skatt var eitt hall á 1,7 milliónir krónur.

- Samsvarandi fortreytunum eru vit nøgd við árið 2024. Tað er týdningamikið, at vit raðfesta kjarnuuppgávurnar og arbeiða miðvíst fyri at tryggja at tænasturnar, sum vit veita, eru haldførar – ikki bara nú, men eisini í framtíðini. Okkara høvuðsendamál hevur altíð verið at flyta vøru, post og pakkar, og hetta fer framhaldandi at vera kjarnuupgávan í okkara virksemi, , sigur Edvard Remberg, stjóri.

Marknaðurin flytur seg skjótt, og talgildingin í samfelagnum merkist serliga á talinum av brøvum. Minkingin merkir, at Posta má arbeiða miðvíst við effektivisering sum frá líður. Posta ber framvegis brøvini út uttan stuðul.  Millum annað er avgerð tikin um at gevast við útbering av adressuleysum og harvið prentaðum lýsingabløðum, tí eftirspurningarin er minkaður munandi.

Fleiri handlar og húski velja í dag talgildar pallar, eitt nú sosialar miðlar og teldupost, fram um prentaða tilfarið.

Posta væntar avlop í 2025.

Ársfrágreiðing 2024 kann lesast her

Í nevndini fyri Pf. Posta sita: Árni Ellefsen, formaður, Reidar Nónfjall, næstformaður, Guðrið Højgaard, Jóannis Iversen, starvsfólkaumboð og Steinvør Jacobsen, starvsfólkaumboð. Stjóri er Edvard Remberg.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder