Innanlands

Per Martin toppskorari í Eysturkommunu

Borgaralistin gjørsist stóri vinnarin í Eysturkommunu

Per Martin Gregersen (Mynd: Øssur Winthereig)

Per Martin Gregersen (Mynd: Øssur Winthereig)

2020-11-10 21:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í Eysturkommunu fóru tey hesaferð partvíst frá politiskari uppstilling til kommunuvalið hesaferð.

Fólkafloks- og tjóðveldisfólkini savnaðust í einum borgaralista, Lista V, og hesin listin fekk nógv flestar atkvøður á valinum hesaferð. 870 atkvøður gav seks limir í bygdarráðnum, sum komandi fýra árini skal húsast í Føroya vakrasta ráðhúsi í Norðragøtu.

Og ungi fiskaseljarin og Víkingafjepparin, Per Martin Gregersen gjørdist toppskorari við 122 atkvøðum. Hini valdu á borgaralistanum eru :

Magnus Skoralíð 118
Petur Súni Jacobsen 105
Katrin Kjartansdóttir 90
Marjun Andreasardóttir 88
Hjalti Dalheim 79

Hanna Jensen, sum stillaði upp á listanum hjá Framsókn seinast, stillaði hesaferð upp á lista Á við heitinum Áfram. Listin fekk 330 atkvøður og tvey vald. Hanna Jensen varð afturvald við 101 atkvøðum saman við Rúna Justinussen við 78.

Bert Javnaðarflokkurin stillaði sostatt upp á politiskum lista. Javnaðarlistin fekk tvey umboð seinast, men bert eitt umboð hesaferð. Vald varð Marita Klein Joensen við 54 persónligum atkvøðum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder