Innanlands

Pengar játtaðir til førleikastovu á Skúlaspíranum

Býráðið í Eysturkommunu hevur eftir áheitan frá leiðsluni á forskúlanum, Skúlaspíranum játtað 46.500 kr. til førleikastovu

2021-06-05 15:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Skúlin í Eysturkommunu fær á hvørjum ári eitt ávíst tímatal játtað frá Undirvísingarstýrinum til Førleikastovuna. Hendan játtan umfatar ikki næmingar, sum ganga í Skúlaspíranum. Tí hevur býráðið eftir áheitan frá leiðsluni á Skúlaspíranum játtað pengar til at veita sama tilboð til næmingar í Skúlaspíranum.

Talan er um tímar til lesivegleiðarar, støddfrøðisvegleiðarar, orðblindalærarar, AKT/SSP-lærarar og serlærarar og hevur skúlin serútbúgvin starvsfólk til hesar uppgávur og hava sostatt servitan innan sítt økið og at arbeiða við fakligum og sosialum avbjóðingum hjá næmingum.

Talan er um 46.500 kr, sum eru játtaðir til førleikastovuna á Skúlaspíranum. Meirjáttanin tekur støði í tímatali pr. næming, sum Undirvísingarstýrið brúkar.

Eysturkommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder