Innanlands

Pedagogfelagið lýsir samdøgursverkfall mánadagin

Hetta rakar fólkaskúlan, forskúlar og frískúlar

2021-06-04 18:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í eini roynd at fáa Fíggjarmálaráðið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið aftur til samráðingarborðið, lýsa vit 24 tíma arbeiðssteðg mánadagin 7. juni klokkan 7.00 til týsdagin 8. juni klokkan 7.00, fyri allar limir í Føroya Pedagogfelag, ið starvast innan fólkaskúlan, forskúlar og frískúlar.

Tað sigur Pedagogfelagið í fráboðan í kvøld.

Ítøkiliga er talan um hesi støð:

• Námsfrøðiligir stuðlar í fólkaskúlanum.

• Námsfrøðingar sum eru knýttir at serstovum í fólkaskúlanum.

• Námsfrøðingar sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.

• Hjálparfólk sum eru stuðlar í fólkaskúlanum.

• Námsfrøðingar í skúlanum á Trøðni.

• Forskúlanámsfrøðingar.

• Limir sum starvast í frískúlum.

Hetta er triðja samdøgursverkfallið sum Pedagogfelagið hevur. Frá klokkan 7 gjáramorgunin til klokkan 7 í morgun vóru pedagogarnir í vøggustovunum í verkfalli. Klokkan 7 í morgun byrjaði samstundis eitt verkfall í Eind 9 í Almannaverkinum, sum varar til klokkan 7 í morgin árini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder