Uttanlands

Pávin við áheitan um vápnahvíld í Miðeystri

Loysnin er dialog og ikki harðskapur, sigur Leo pávi

Leo pávi kom í gjár við áheitan um vápanhvíld (Mynd: EPA)

Leo pávi kom í gjár við áheitan um vápanhvíld (Mynd: EPA)

2026-03-16 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

– Harðskapur fer ikki at veita ta rættvísið, støðufestið og tann friðin, sum (fólk í Miðeystri) hava tørv á, sigur Leo pávi.

Pávin kom í gjár við áheitan um vápnahvíld í krígnum í Iran, og tosaði hann um "ræðuliga harðskapin", sum, sambært pávanum, hevur dripið túsundatals sivilfólk og elvt til líðing um alt økið.

Hann segði, sambært Reuters, at uppáhaldið um, at trupulleikar og ósemjur kunnu loysast við kríggið er absurd. Loysnin er heldur dialog.

Kríggið í Iran byrjaði 28. februar, tá USA og Ísrael lupu á Iran. Kríggið er nú farið inn í triðju vikuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder