Uttanlands

Pávin hevur krabbamein

Leo pávi varð undir skurð í gjár, har læknarnir fingu staðfest, at hann hevði lungnakrabba.

Leo pávi á veg inn á sjúkrahúsið í gjár(Mynd: Alberto Pizzoli/AFP/Ritzau Scanpix)

Leo pávi á veg inn á sjúkrahúsið í gjár(Mynd: Alberto Pizzoli/AFP/Ritzau Scanpix)

2026-10-14 14:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leo pávi var í gjár undir skurð, har niðasti partur av høgra lungu varð tikin. Í sambandi við skurpviðgerðina, kundu læknarnir staðfesta, at pávin hevði lungnakrabba, upplýsir Vatikanið sambært altjóða miðlum.

71 ára gamli Leo pávi, sum hevur verið ovasti leiðari í Vatikaninum síðan mai 2025, varð innlagdur á Gemelli-sjúkrahúsinum í Rom fyri at fáa tikið ein knykil á lunguni, sum varð funnin undir einari heilsukanning herfyri.

Undir skurðviðgerðini varð staðfest tað, sum læknarnir høvdu illgruna um frammanundan - at pávin hevði krabbamein.

Skurðviðgerðin tók umleið hálvan annan tíma og gekk væl, upplýsir Vatikanið, sum eisini upplýsir, at pávin væntandi verður innlagdur í eina viku fyri at koma fyri seg.

Um krabbin hevur spreitt seg verður ikki upplýst. Ein ónevnd kelda í Vatikaninum sigur sambært AFP, at fleiri kanningar verða gjørdar.

Hetta er fyrstu ferð, at Leo pávi hevur verið raktur av álvarsligum heilsutrupulleikum. Undanmaður hansara, Frans pávi varð innlagdur fleiri ferðir í sínum seinasta ári. Hann andaðist í apríl í fjør, 88 ára gamal.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder