Innanlands

Pauli og Jenis afturveljast í morgin

Val er til norðurlandaráðið, men tað er altíð avgjørt frammanundan valskeiðið, hvør verður umboð

Løgtingið skal velja limir í norðurlandaráðið í morgin (Mynd: Johannes Jansson/norden.org)

Løgtingið skal velja limir í norðurlandaráðið í morgin (Mynd: Johannes Jansson/norden.org)

2018-07-31 15:04 Author image
Regin Winther Poulsen

Í morgin kemur tingið saman aftur fyrstu ferð eftir ólavssøkurøðuna hjá løgmanni. Skráin er stutt. Umframt viðgerð av røðuni sjálvari, og framløgu, skal Løgtingið bara velja umboð í norðurlandaráðið. Til tað valið er sjáldan nakar spenningur, tí tað er avgjørt undan valskeiðinum, hvør umboðar Føroyar í hesum ráðið, og tað er altíð eitt umboð fyri samgonguna og eitt fyri andstøðuna í norðurlandaráðnum. 

Umboðini hjá Føroyum eru Pauli Trond Petersen fyri samgonguna og Jenis av Rana fyri andstøðu. Báðir verða, um okkurt heilt undarligt ikki skuldi hent, valdir aftur í morgin. 

Jenis av Rana hevur umboða andstøðuna í norðulandaráðnum síðani alt hettar valskeiðið, ímeðan samgongan valdi at deila skeiðið í tvey, soleiðis at Ruth Vang varð vald í tvey ár, áðrenn Pauli Trond Petersen tók við. 

 

placeholder
placeholder