Innanlands

Pauli G. Hansen nýggjur skúlavørður á Skála

Hann tekur í komandi mánaða við eftir Ólav Berg, ið røkti starvið í 43 ár.

(Mynd: Runavíkar kommuna)

(Mynd: Runavíkar kommuna)

2020-07-21 10:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í juni mánað gavst Ólavur Berg sum skúlavørður í Skála skúla. Tá hevði hann røkt hetta starvi síðani 1977 - í 43 ár - og Runavíkar kommuna takkar á heimasíðu sínari honum fyri i hansara trúfesti og nærlagni.

Í hansara stað er nú annar skálamaður settur. Talan er um 40-ára gamla Pauli Gregersen Hansen.

Pauli G. Hansen er mest kendur fyri sína tíð sum ítróttamaður - serliga sum fótbóltsleikari. Pauli var ein hartarbeiðandi og dugnaligur sentralur miðvallarleikari og var við í bestu árunum nakrantíð hjá Skála. Hann leikti 231 dystir í fremstu røð, umframt 15 dystir í altjóða fótbólti.

Runavíkar kommuna skrivar, at Pauli hevur drúgvar royndir sum timburmaður. Hann lærdi hjá Articon, og hevur síðani starvast innan yrkið - bæði við umvælingum og nýbygging.

Pauli tekur við starvinum í august mánaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder