Mentan

Patrick Stewart verður aftur at síggja í Star Trek

Sjónleikarin tekur enn eitt tørn sum kapteyn Jean-Luc Picard

Patrick Stewart (Mynd: EPA)

Patrick Stewart (Mynd: EPA)

2018-08-06 14:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

78 ára gamli Patrick Stewart verður enn eina ferð at síggja í leiklutinum sum kapteyn Jean-Luc Picard í vælumtóktu sjónvarpsrøðini Star Trek.

Seinast Patrick Stewart spældi hesa rolluna í sendirøðini var fyri 24 árum síðani í síðstu sesong av sjónvarpsrøðini “Star Trek: Next Generation”. Seinast Patrick Stewart spældi hesa rolluna yvirhøvur var í filminum “Stra Trek: Nemesis” frá 2002.

- Hetta er óvæntað, men deiligt og eg føli meg spentan og upplívgaðan um aftur at spæla leiklutin sum Jean-Luc Picard og at kanna nýggjar dimensiónir við honum, sigur Patrick Stewart sambært BBC.

Enn er ikki heilt vist hvat nýggja sendirøðin fer at handla um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder