Innanlands

Partar av manningum hjá Strandferðsluni farnir í sóttarhaldi

Um smittutalið fer at vaksa, kann hetta hava ávirkan á ferðætlan á einstøkum leiðum, sigur Strandsferðslan í fráboðan

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

(Tilvildarlig savnsmynd: Sverri Egholm)

2021-12-31 17:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú órógvar korona eisini samferðsluna. 

Seinastu dagarnar eru fleiri tilburðir av koronasmittu staðfestir hjá manningum umborð á Strandfaraskipum. Hetta hevur higartil ikki ávirkað siglingina, hóast partar av manningum nú eru farnar í sóttarhald.

Um smittutalið fer at vaksa kann tó roknast við, at hetta kemur at hava ávirkan á ferðaætlanina á einstøkum leiðum. Kunnað verður um hetta alt fyri eitt, sigur Strandferðslan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder