Innanlands

Parkinsonfelagið á ferð kring landið

Felagið fer at skipa fyri fleiri almennum fundum kring landið fyri fólk við parkinson, avvarðandi og onnur áhugað – Fyrsti fundur verður í Ribarhúsi í Fuglafirði 12. mai

Mynd: Parkinsonfelagið

Mynd: Parkinsonfelagið

2021-05-08 10:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Parkinsonfelagið fer nú at skipa fyri fleiri almennum fundum kring landið fyri fólk við parkinson, avvarðandi og onnur, sum hava áhuga fyri parkinson.

Fyrsti fundurin verður í Ribarhúsi í Fuglafirði mikudagin 12. mai klokkan 18.30.

Á skránni er felagssangur, fyrilestur og hugni. Anna Berg Dánielsen, fysioterapeutur kemur at greiða frá parkinsonvenjingum, og John William Joensen, formaður í Parkinsonfelagnum fer at greiða frá felagnum, parkinson og viðger í Føroyum í dag.

Leygardagin 29. mai klokkan 14 verður aftur ein almennur fundur í Hamragarði í Vági, og í heyst er ætlanin at skipa fyri fleiri fundum kring landið, skrivar Parkinsonfelagið í tíðindaskrivi. Nærri um hetta verður lýst seinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder