 
                
            Tað styttist til løgtingsval, og í tí sambandinum skipar Keypmannahavnarnevndin hjá Meginfelag Føroyskra Studenta fyri pallborðsfundi í felagshølinum Sumpen, á Oyrasundskollegienum í kvøld. 
MFS boðar frá, at eitt umboð frá øllum politisku flokkunum, sum eru á tingi í Føroyum, er boðið við til pallborðsfundin, og at evnini, sum verða viðgjørd og sum kjakast verða um, eru trý í tali:
1) Veðurlagspolitikkur 
2) Fosturtøka 
3) Loysing/Samband. 
Tvey tey fyrstu eru nógv frammi fyri tíðina, og tey koma allarhelst at fylla nógv í valstríðnum. Tað seinasta hevur helst serliga ein relevans, tí at áhoyrarnir eru føroyingar, ið búgva í Danmark
Tiltakið byrjar klokkan 19.00, og tað er ókeypis.
Floksumboðini á pallborðsfunfinum verða hesi:
Fólkaflokkurin: Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir
Sambandsflokkurin: Anna Falkenberg 
Javnaðarflokkurin: Jónleif Johannesen 
Sjálvstýri: Jens Heri Bolstad Mortensen 
Tjóðveldi: Hervør Pálsdóttir 
Framsókn: Bjarni Kárason Petersen 
Miðflokkurin: Aksel Berg 
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald