Innanlands

Pál og landslæknin: Tað er serliga í veitslulag, at vit skullu minnast tilmælini

Áheitan frá Coronaráðgevingini og Landslæknanum nú konfirmatiónsveitslurnar standa fyri framman. 

Pál Weihe (Savnsmynd)

Pál Weihe (Savnsmynd)

2020-09-08 09:56 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Pál Veihe og Lars Fodgaard, lændslækni, hava í dag sent út eina serliga áheitan, nú nógvar konfirmatiónsveitslur standa fyri framman:

Coronasmitta er enn í okkara grannalondum, ikki minst í Keypmannahavn, og tí eiga vit at vera serliga varin, tá vit koma saman til eitt nú konfirmatiónsveitslur. Vit skulu tí minna á, at serliga  í veitslulag eiga fólk at minnast til tilmælini um at halda frástøðu  uppá  í minsta lag ein metur og tveir metrar, tá sungið verður. Harumframt at hava gott handreinføri t.d. við spritting.

Fólk eiga at minnast til, at tey sum ganga frá veitslu til veitslu økja um vandan fyri at gerast smittuberarar. Tí verður mælt til at avmarka talið av vitjanum. Eisini skulu vit minna á, at tilmælt er enn, at ikki fleiri enn 100 fólk koma saman á sama stað. 

Gestir úr útlandinum eiga at kanna seg 6. dag eisini áðrenn tey fara í mannamúgvur. Tað er umráðandi at øll sum kenna seg sjúk halda seg burtur frá veitlsum ella samkomum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder