Innanlands

Óvirðiligt av løgmanni at leggja Sev undir óreglusemi

Nevndarformanninum í Sev dámar ikki, at Bárður á Steig Nielsen sáar iva um handfaring og reiðiligheit hjá kommunala felagsskapinum

John Zachariassen, nevndarformaður í Sev (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

John Zachariassen, nevndarformaður í Sev (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-29 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað er fallið formanninum fyri Sev-stýrið fyri bróstið, at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í útvarpssamrøðu í gjár vardi ætlanina at einskilja partar av Sev við at sáa iva um handfaringina hjá kommunala felagsskapinum.

Í almennum brævi, kunngjørt á heimasíðu Sev’s í gjár, harmast John Zachariassen, nevndarformaður, um útsøgnirnar hjá løgmanni, har Bárður á Steig Nielsen sambært nevndarformanninum ”... alment sáar iva um handfaring og reiðiligheit hjá SEV, í eini roynd at rættvísgera eina skundaða sundurskiljing av SEV”.

Skrivið hjá John Zachariassen kann lesast her: Óvirðilig og ósaklig framferð av løgmanni 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder