Uttanlands

Óttast nýggj hópdráp í Columbine

FBI jagstrar 18 ára gamla vápnaða gentu, ið er sjúkliga upptikin av skottilburðinum í Columbine fyri 20 árum síðani

(Mynd: AP)

(Mynd: AP)

2019-04-17 11:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanskir myndugleikar ávara nú móti eini vápnaðari amerikanskari gentu. Tey óttast, at gentan fer at skjóta frá hond í statinum Colorado.

Leygardagin eru 20 ár síðan teir báðir Eric Harris og Dylan Klebold fóru inn á Columbine ungdómsskúlan í Jefferson county í Colorado og skutu frá hond og drupu 12 næmingar og ein lærara.

Talan er um mest umrødda skúladrápið nakrantíð, og síðan hava líknandi tilburðir verið í bæði USA og Evropa. Fleiri av hesum hava verið gjørdir í samhuga við Columbine-drápsmenninar.

Í Columbina fyrireika tey seg nú til ársdagin. Óttin vendir sær serliga móti eini 18 ára gamlari gentu úr Florida, sum mánadagin fleyg til Colorado, og har hevur keypt sær eina byrsu – 'pump-gun' – og lóður, upplýsir FBI fyri Reuters tíðindastovuni.

Gentan verður lýst sum sera vandamikil, tí hon, sambært FBI, skal vera sjúkliga upptikin av Columbine-skothendingini.

Skúlar í økinum hava sett serlig tiltøk í verk, og løgreglan stendur á varðhaldi hesa vikuna. Orsaka av hóttanini hava fleiri skúlar valt at steingja í dag.

FBI og løgreglan í Colorado royna nú at finna gentuna fyri at fáa hana mentalkannaða. Hon er enn ikki skuldsett fyri nakað. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder