Uttanlands

Ótast fyri smittandi sjúkuni apupokur

Ein persónur, sum hevur verið í Noregi, hevði smittuna – fleiri onnur lond boða frá, at apupokur eru staðfestar

2022-05-22 11:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein persónur, sum vitjaði Oslo fyrr í mánaðinum, hevur fingið staðfest smittandi sjúkuna, apupokur.

Tí er Noreg nú farið í holt við at uppspora og leita eftir øðrum, sum kanska eisini eru smittað, upplýsir norska heilsustýrið, Folkehelseinstituttet FHI.

Apupokur er seinastu tíðina staðfestar í fleiri vestanlondum. Seinast kundi Sveits í dag boða frá, at fyrstu tilburðirnir eru staðfestir har.

Í gjár var skundfundur í heimsheilsustovninum WHO um støðuna, og óttast verður fyri, at sjúkan fer at spjaða seg meira í summar.

Apupokur koma ofta eftir ferðir til Afrika, og sjúkan vísir seg vanliga sum fepur, kuldaskjálvti og útbrotum við bløðrum, ið kunnu geva sár, tá tey grøðast.

Sjúkan er ikki hættislig fyri fólk, og sambært danska heilsustýrinum tekur tað vanliga tvær til fýra vikur, til sjúkan lekist av sær sjálvum.

Joe Biden, forseti í USA, sigur, at apupokur er nakað, ið vit øll eiga at stúra fyri.

Tað segði forsetin fyrr í dag, skrivar Reuters. Hann upplýsir, at amerikansku heilsumyndugleikarnir nú eru við at kanna møguligar viðgerðir og vaksinur.

- Vit arbeiða hart fyri at finna útav, hvat vit skulu gera, segði Biden sambært tíðindastovuni. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder