2026-01-06 08:10
Ein maður hevur sovið í brummuni á politistøðini í nátt, og verður skuldsettur fyri brot á skilhaldsreglurnar, tá hann einaferð vaknar í morgun.
Tað vóru íbúgvar í einum býarparti í Havn, sum boðaðu løgregluni frá einaferð millum klokkan eitt og tvey í nátt, at maðurin órógvað grannalagið við at banka upp á hurðar og rópa.
Maðurin varð tikin við á politistøðina at sova, og fær væntandi eina bót fyri brot á skilhaldsreglurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald