Uttanlands

Orbán: - Virðið avgerðina hjá Uefa

Ælabogalitt ljósseting á leikvøllinum var ætlað sum mótmæli móti umstríddari lóg í Ungarn, ið verður løgd undir at kúga kynsligar minnilutar

Viktor Orbán til EM-dystin millum Ungarn og Portugal í Budapest (Mynd: EPA)

Viktor Orbán til EM-dystin millum Ungarn og Portugal í Budapest (Mynd: EPA)

2021-06-23 12:26 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Forsætisráðharrin í Ungarn, Viktor Orbán, biður nú politiska lívið í Týsklandi um at virða bannið, sum evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, hevur sett undan EM-dystinum í kvøld millum Týskland og Ungarn.

Talan er um eitt bann móti at lata ælabogalitirnar lýsa upp á EM-leikvøllinum í München.

Hann ávarar ímóti at blanda seg í ungverskan politikk, og verjir eina umstrídda nýggja lóg, sum av fleiri verður søgd at vera eit álop á samkynd.

Tað er týska dpa-tíðindastovan, sum hevur tosað við stjórnarleiðaran í Ungarn.

- Um leikvøllurin í München ella ein annar evropeiskur leikvøllur skal lýsa í ælabogans litum, so er tað ikki ein avgerð, ið skal takast av einum stati, sigur Orbán.

[object Object]
Soleiðis var ætlanin, at EM-leikvøllurin í München skuldi síggja út í kvøld (Mynd: EPA)

Fleiri lond í Evropa hava átalað eina nýggja lóg í Ungarn, ið bannar innihald, ið kann fremja samkyndleika fyri ung undir 18 ár. Hetta er galdandi fyri bæði skúlabøkur og innihald á filmi og sjónvarpi.

Hetta skal vera enn eitt dømi um, at Orbán og stjórn hansara royna at kúga kynsligar minnilutar.

Sjálvur sigur Orbán, at “sjálvandi hoyra ælabogalitirnir til gøtumyndina” í ungverska høvuðsstaðnum, Budapest.

Tað var borgarstjórin í München, Dieter Reiter, frá sosialdemokratiska SPD-flokkinum, sum ynskti, at ælabogalitirnir skuldu lýsa Allianz Arena upp í kvøld. Hesum vísti Uefa aftur við ávísing til, at tað vildi verið ein politisk staðfesting, skrivar Ritzau.

Les eisini: Allianz Arena sleppur ikki at lýsa í ælabogans litum

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder