Innanlands

Ónøgd á Toftum yvir bussambandið til Havnar

Kommunan kunngerð brot úr áheitan til avvarðandi myndugleikar

2021-01-28 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

“Eins fegin vit onnur annars eru fyri tunnilin, eins vónbrotin eru tey, sum mugu brúka Bygdaleiðir dagliga til at koma til og frá arbeiði og skúla”.

Tað er rættiliga stór ónøgd yvir tænastuna, sum Bygdaleiðir veitir borgarum, sum búgva á Nesi og á Toftum, nú betri ferðslumynstrið til og úr høvuðsstaðnum er broytt eftir at Eysturoyartunnilin lat upp.

Hetta framgongur av einum brævi, sum borgarstjórin í Nes kommunu, Súni í Hjøllum, hevur sent Strandfaraskipum Landsins og avvarðandi landsstýrismanni, Jørgen Niclasen. Ein partur av brævinum er endurgivið á heimasíðuni hjá Nes kommunu.

“Okkara borgarar, sum starvast og ganga í skúla ymsastaðni í Havn, mugu hava møguleika at gera nýtslu av bussleiðini og Eysturoyartunnlinum og vera frammi til ásetta tíð. Eins umráðandi er tað, at hesi fólkini sleppa heim aftur beinanvegin eftir loknan arbeiðsdag”, skrivar borgarstjórin í áheitanini.

 

placeholder
placeholder