Uttanlands

Ongland: Liðugt koppsett ferðafólk sleppa undan sóttarhaldi

Frá mánadegnum sleppa ferðafólk úr ES og USA undan sóttarhaldi við komu til Onglands, um tey eru liðugt koppsett

Heathrow-floghavnin í London (Mynd: EPA)

Heathrow-floghavnin í London (Mynd: EPA)

2021-07-29 09:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frá mánadegnum sleppa ferðafólk úr ES og USA undan at fara í sóttarhald, tá tey koma til Onglands, um tey eru liðugt koppsett. Tað upplýsir bretski samferðslumálaráðharrin, Grant Shapps.

Tó eru ferðafólk úr Fraklandi undantikin. Fyri tey verða serligar reglur galdandi.

Reglurnar verða galdandi fyri tey, sum eru liðugt koppsett við einum koppingarevni, sum er góðkent í Evropa og USA. Annars skal mann eisini kanna seg áðrenn komu, og eisini skal mann lata seg kanna tveir dagar eftir komu.

Higartil hevur tað annars bara verið tey, sum eru koppsett í Stórabretlandi, sum eru sloppin undan sóttarhaldi, um tey eru komin aftur úr útlondum.

Sambært Ritzau er tað ógreitt, um restin av Stórabretlandi – Skotland, Wales, og Norðurírland – fara at seta líknandi reglur í verk.

Í farnu viku fóru so at siga øll tiltøkini úr gildi í Onglandi, og nýggju reglurnar fyri koppsett ferðafólk eru góð tíðindi fyri bretsku ferðavinnuna, sum hevur verið hart rakt av koronafarsóttini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder