Uttanlands

Ongin semja um nýggjan páva enn

Tvær ferðir er nú svartur roykur komin úr skorsteininum á Sixtinska kapellinum har kardinalarnir eru savnaðir at velja nýggjan páva

Um 11 tíðina var á øðrum sinni svartur roykur at síggja úr skorsteininum (Mynd: EPA)

Um 11 tíðina var á øðrum sinni svartur roykur at síggja úr skorsteininum (Mynd: EPA)

2025-05-08 11:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nógv fólk eru savnað á Pætursplássinum í Rom ella Vatikanstatinum og bíða eftir, at hvítur roykur skal koma upp úr skorsteininum á Sixtinska Kapellinum.

Í gjár fóru teir gott og væl 130 kardinalarnir inn í kapellið, har uppgáva teirra er at velja nýggjan páva fyri Frans, sum doyði 2. páskamorgun.

Fyrsta atkvøðugreiðsla var í gjárkvøldið, men har var, sum væntað, ongin semja, og um 19-tíðina kom svartur roykur upp úr skorsteininum.

Tveir triðingar av kardinalunum – tað er minst 89 – skulu skriva sama navn á atkvøðuseðilin áðrenn ein nýggjur pávi er valdur, og tað skal vanliga fleiri atkvøður til, og tað kemur so at siga ikki fyri, at semja er um pávan longu til fyrstu atkvøðugreiðslu.

Beint fyri klokkan 11 kom aftur roykur úr skorsteininum. Og enn einaferð var hann svartur.

Nú verður roknað við, at næstu ferð, at kynt verður upp í ovninum inni í Sixtinska kapellinum verður um 16 tíðina seinnapartin.

Á heimasíðuni hjá Danmarks Radio er beinleiðis samband við eitt myndatól á Pætursplássinum, um tú vilt uppliva roykin live

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder