Innanlands

Omanlop á Tjørnuvíksvegnum

Enn er óvist nær koyrandi er aftur til og úr Tjørnuvík

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

(Savnsmynd: Pól Sundskarð)

2022-09-27 07:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nakað fyri klokkan hálvgum sjey í morgun, fekk løgreglan boð um, at eitt omanlop hevði verið heiman fyri Lundagjógv á Tjørnuvíksvegnum.

Nógv og stórt tilfar var riðið oman á landsvegin, so tað var ikki koyrandi.

Landsverk fekk boð um hetta, og sendi maskinur avstað at rudda vegin. Enn er ógreitt um tað er koyrandi til og úr Tjørnuvík ella nær koyrandi verður aftur.

Løgreglan hevur annars ikki fingið so nógvar fráboðanir um vindskaða í nátt. Úr Norðagøtu frættist um eina trampolin, sum lá og sløddist í einum túni, men tíbetur ikki hevði gjørt nógvan skaða.

Og í Miðvági nógva avfallið helst orsøk til, at nógv vatn og eyrur var skokolað oman á Jatnaveg, ið er høvuðsvegurin gjøgnum bygdina.

Útvarpið visti í morgun eisini at siga um vindskaðar á Kambsdali og í Fuglafirði.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder