Mentan

Omanfyri 4000 fólk á Ovastevnu

Ternan sigldi seinasta túrin úr Nólsoy klokkan 5:30 og førdi seinastu stevnugestirnar um fjørðin

Mynd: Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard

Mynd: Bjørg Anfinnsdóttir Toftegaard

2025-08-17 09:09 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seinasta samdøgrið hevur Nólsoy verið karmur um væl vitjaða ovastevnu. Ein rúgva av fólki var á stevnuni, sum m.a. bjóðaði ítrótt, tónleik og felagssang.

Ternan hevur siglt aftur og fram um Nólsoyarfjørð hvønn tíma síðan leygarmorgunin klokkan 8.

Hon fór seinasta túrin úr Nólsoy kl 5:30 í morgun og førdi tá seinastu stevnugestirnar trygt um fjørðin. Ternan, sum tekur á leið 300 fólk, hevur verið full mest sum hvønn túr. Tað hevur verið javnur streymur av fólki báðar vegir, so tað hevur eisini gingið væl at fáa stevnugestirnar av oynni aftur. Sera nógvir bátar hava vitjað í Nólsoy um vikuskiftið, so fyriskipararnir meta at omanfyri 4000 fólk hava verið í Nólsoy leygardagin.

Hýrurin var góður í Nólsoy, veðrið var gott allan dagin og náttina við. Fólk funnu saman á keiini, inni hjá nólsoyingum og í teimum nógvu bátunum, ið lógu við bryggju.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder